Nú morgunsólin fevnir fjøll - 604
604
Nú morgunsólin fevnir fjøll,
úr blundi vaknar foldin øll
mót ljósinum sær vendir.
Hoyr hanagal og títlingslát
ein takkakvøða ljós og kát
til Guðs, sum dagin sendir.
Takk, faðir, fyri lívið frítt,
tí um tað sigst, at einki nýtt
er undir sól at finna,
so er tín náði nýggj høvnn dag,
og mangur mundi sanna tað,
tú honum veitti linna.
Hjálp, faðir, teirri bangnu sál,
ið ikki veit sær mið og mál
og inniliga biður.
Tín kærleika lat kennast tá,
lat hjartað friðin góða fá,
við tær kom higar niður.
So signa, faðir, hendan dag
lat okkum fáa so í lag,
at stúran burt vit gloyma.
Nú sólin hitar fjall og dal,
tú styrki gev, lat okkum væl
títt orð í hjarta goyma.