Dimmast nú dagar, og leyvið dettur - 608

608
Dimmast nú dagar, og leyvið dettur,
ei syngur fuglurin meir.
Blómurnar suffa: Sí, einki eftir!
Árið í vónlysi doyr!
Og tó birta ljós vit við gleði!


2. Veturin kemur ísandi kaldur,
bindur hvønn blómandi bøkk,
einki hjálpir at gráta um Baldur!
tár eru turr sum hjá Tøkk.
Og tó brita ljos vit við gleði!


3. Sól aftur hækkar, og sólskinskvøði
dunar um bygd og um bým,
aftur sæst fuglur láta í træi,
lyngi og sóljandi líð.
Og tí birta ljós vit við gleði!


4. Árini skifta, tey ræðast aldur,
skaldini halda sum tey.
Fuglarnir fjaðursárir og kaldir
vinna sær flog av tí neyð.
Og tí birta ljós vit við gleði!


5. Fuglarnir ferðast á veingjum vinda
skjótt yvir villini høv,
skaldini ferðast um orðatindar,
har ættarlið leggjast í grøv.
Og tí birta ljós vit við gleði!


6. Hjørtuni biva, tá høgt tey tráa,
drigin mót fuglanna leið,
ljósið tó sigrar; tann myrka, gráa
stúran í grøvina gleið.
Og tí birta ljós vit við gleði!


7. Sálmarnir ljóma, og klokkur ringja,
skemta við kavan um jól,
veturin kann ikki várið tyngja,
tánar, tá fram kagar sól.
Og tí birta ljós vit við gleði!


8. Trúgvandi hjørtu í vetrardýpi
goyma sær minnið um vár,
fevna við gleði jólabarn lítið,
ynskja eitt eydnuríkt ár!
Og tí birta ljós vit við gleði!


9. Betlehemsbarnið á krubbubeði,
tað er hitt æviga vár!
Trúgvandi hjørtu kenna við gleði,
jól geva ríkari ár!
Og tí birta ljós vit við gleði!


 

Aftur