Mær er kensla í barmi, ið ei er mær von - 609

609
Mær er kensla í barmi, ið ei er mær von,
hon várinum líkist, tó vetur kring lon.
Mær er kensla í sinni,
av sumri ber minni
við fuglanna ljóð,
tó grasið er gulnað,
og fuglur mót havinum stóð.


2. Mær er kensla í barmi, sum fóan meg ger,
sum lívgar mítt hjarta á ungmannaferð.
Mær er nakað í sinni,
eitt kærasta minni
við kertum og lag
frá móður eg hoyrdi á jólum,
tá sálmin hon kvað.


3. Mær er kensla í barmi, eitt barnaboð kært,
sum stjørnan frá Guði mær glógvar so bjart,
at greið gerst mín gøta
til frelsaran søta
við barnanna ljóð,
tó barnaár hvurvu sum fuglur,
mót havinum stóð.


4. So lat okkum hitta teg, høgtíðardrott,
um lokkur er gyltur, um hárið er grátt.
Tú vilt leið okkum vísa,
nú ljósini lýsa.
Og veit okkum frið,
tí aldri skal sløkna mín gleði,
tá tú fylgir við.


 

Aftur