Einaferð í Dávids staði - 610

610
Einaferð í Dávids staði
stóð eitt lítið vesalt fjós,
har ein móðir barn sítt legði,
barnið, sum er heimsins ljós.
Móðirin Maria var,
Jesus Kristus, son sín, bar.


2. Hann úr himli kom til jarðar,
hann, sum Guð og Harri er.
Sørar vóru hansar spjarrar,
vøgga hans ein krubba ber.
Millum fátæk, smá og lág
var hann hesum foldum á.


3. Øll tey barnaár so føgur
lýðin hann og virdur var,
góður var við sína móður,
sum á ørmunum hann bar.
Syngið børn og verið fró,
mild sum hann og lýðin, góð.


4. Hann er fyrimyndin besta,
sum her mentist ár um ár.
um hann kendi lívið mesta,
tó hann átti bros og tár.
Við teim glaðu gleðist hann,
við teim syrgnu syrgir hann.


5. Einaferð vár eygu síggja
skulu hann, vit trúðu á,
í Jerúsalem tí nýggja
á, hvør frøi verður tá.
Trygt hann okkum leiða kann
til tann stað, hann okkum vann.


6. Ei í einum lítlum fjósi,
– har ei eru mannakor –
men í himli í Guðs ljósi
sessast vit við Harrans borð.
Øll sum størnur lýsa tá
tey, sum her hann trúðu á.


 

Aftur