Hjarta frø teg, ver ei bangið! - 614
614
Hjarta frø teg, ver ei bangið!
Nær og fjart
undurbart,
ljóm av einglasangi;
hoyr tað, fagrir tónar røða,
ljóða so
himnaboð:
Kristus læt seg føða.*
2. Guð vár faðir gav í náði
okkum drott
jólanátt
eftir sínum ráði
til at frelsa oss úr neyðum,
kom á fold
blóð og hold,
sterkari enn deyðin.
3. Ganga tit á trongum vegi,
gevið ljóð:
her er tó
gongt til sanna gleði;
og í høllum innanveggja
uggist við
slíkan frið,
sorg ei kann oyð´leggja!
4. Ert tú armur, illa farin,
inn bert stíg,
legg ei í,
Guð er aldri sparin;
hann upp goymslu hevur laðað,
hon er full,
dýrdargullm
sum kann hjørtu gleða.
5. Latið okkum til hans fara,
mong og fá,
stór og smá,
øll í sama skara!
Eingin torir mótfall vísa,
Jesu navn
fyri stavn
vil á vegnum lýsa.
6. Prísið øll í orð og talu
orðum teim,
sum í heim
góvu lív og sælu!
Afturljóð – teir tónar frøa –
eingil kvað
jólalag:
Kristus læt seg føða.
*Luk. 2,11