“Vinir,” mælti Guðs eingil blítt - 617

617
“Vinir,” mælti Guðs eingil blítt:
“Hví óttafullir vera?
Boðið, eg beri, tað er nýtt
og gleðisong kann gera.
Tí hann, á jørð ger øll hjartaglað,
í heim er borin í Dávids stað.”


2. Jesus Kristus, av Dávids ætt,
vár felsari úr váða,
føddur er hann, og tað er satt,
í krubbu tit hann skoða.
Av himni hátt koma jólaboð:
“Veit´ Guði heiður, oss elskar so.


3. Heiðrið Guð, ið av øllum ber,
nú friður varð á foldum.
Gleðin sprottin úr krubbu er,
sum blóman rann úr moldum.”
So bórust boðini vítt um ong,
Sum sungu stjørnurnar morgunsong.


4. Himins heiður og einglasong
læt Guð við frið oss fáa.
Sannað hava tað síðan mong,
har gleðin verður boðað.
Fær andin mál og fær songur vald,
tá lýsa eygu hvørt jólahald.


5. Kirkja! Várt Betlehem tú ert,
og hvør, sum har er inni,
skal siga: “Orðið her mær berst,
og frelsaran eg finni.”
Eitt jóladagsevangelium,
tá hjartað verður eitt krubburúm.


 

Aftur