Tá vísmenn har eysturi gáaðu um - 618

618
Tá vísmenn har eysturi gáaðu um,
At stjørnan, sum søgurnar spáaðu um,
Á luftina kom og lýsti so bjørt,
Teir vistu, hvat tá átti at verða gjørt.


2. Tí søgurnar søgdu, at føddur tá var
Ein kongur hjá jødum, sum av øllum bar.
So tá ið teir høvdu stjørnuna sæð,
Teir mest sum á leistum nú lupu av stað.


3. Og kaspar og Melkir sær saðlaðu tá
Kamelarnar, steir skuldu ríða á,
Tann triði, sum nevndist Baltasar,
Hann saðlaði sær ein dromedar.


4. Teir riðu í dagar, teir riðu í tveir ,
Teir riðu í tríggjar og dagarnar fleir.
Teir djórini leiddu, tá leiðin hon lá
Um skorarnar bláar og bjørgini há.


5. Teir komu um heiðar og oyðisand,
Og endamálið var Ísraelsland,
Og ongantíð viltust teir av hesi leiðm
Tí stjørnar hon lýsti og sloknaði ei.


6. Men Rudis hann hevði í ríkinum ráð –
Ein kongur, sum ei var at líta á.
Hann bað teir nú leita og finna tann drong,
Men ætlaði sjálvur at drepa tann kong.


7. Hann segði, at sjálvur hann ætlaði sær
At tilbiðja kongin, og sprudi tí: “Hvar?”
Tað vóru bert lótir og føgur orð,
Tí honum í huga var barnamorð.


8. Men vísmenn nú hildu ta beinu kós,
Og stjørnan teir leiddi til fátækt fjós.
Til Betlehems komu tier trettandunátt
Og funnu har barnið, sum um var spátt.


9. Teir tilbóðu barnaið, sum krubbu lá í,
Gull, myrru og roykilsi ofraðu tí.
Teir ríkiligt lótu, eg sigi tað satt,
Tí teir vóru kongar, sum tú hevur frætt.


10. Og vísir teir vóru, tí aðra leið
Teir heim aftur fóru, so Rudis slapp ei
At gera teimum og barninum mein –
í dreymi var send teimum ávaring ein.


11. Teir aftur komu av drúgvari ferð,
Og hvíldina nomu – sum rímiligt er –
Kamelarnir tveir og ein dromedar
Og Kaspar og Melkir og Baltasar.


 

Aftur