Tú føddur vart her - 619
619
Tú føddur vart her.
Í favn sín tín móðir teg tók fyrstu ferð.
Tú græt, og tú læði, tú spældi og vaks
á okkara lívsleið ert altíð til taks
sum, lívsvónin glað
hvønn gudgivnan dag.
2. Hvønn gudgivnan dag
tú livdi, sum Harranum hóvaði tað.
Tey, vit meta vesal og ónyttur bert,
teim gevur tú tað, sum er menniskjum vert:
Tað dagliga breyð
frá føðing til deyð.
3. Frá føðing til deyð
vit trygg kunnu vera í hvørjari neyð
sum kvinnurnar – syrgnar – við grøvina, tá
teir skínandi einglarnar fingu at sjál.
Tín deyði er brúgv
til vón og til trúgv.
4. Í vón og í trúgv
tey smáu í dópi hjá tær festa búgv.
Tú tekur tey at tær og styrkir tey til
sum nýfødd at líta á tað, sum tú vil:
Títt signandi orð
sum lív her á jørð.
5. Ja, lív her á jørð
er breyð títt og vín, sum tú reiðir á borð.
Her koma vit troyttu og leitandi við,
tú lyftir upp ásjón og lýsir Guðs frið.
Tann veg okkum sýn
at biðja til tín.
6. Vit biðja teg so:
Lær okkum at liva sum menniskju, og
at búnast í kærleika , ognast tann lut:
øll samfelt at syngja ein lovsong til Guð,
sum sendi títt orð
í tær her á jørð.