Sælir vóru tit, ið vardu - 622

622
Sælir vóru tit, ið vardu
her á fold Guðs onkason,
tit, ið hoyrdu, tá hann lærdi
millum leyv og undir lon;
lógar trælum opinborin
varð Guðs miskunn víða vorðin.


2. Kongum og profetum mongum
longdist hann í heim at sjá,
Dávid kongaskald í songum
og í sjónum dagin sá,
tá Guðs ljós og lív við mátti
vald á deyðans myrkri átti.


3. Hesin kongurin, ið vekur
lív av deyða her í verð,
grøðir sár og fegin tekur
armingar upp í sín her,
Jesus Krist, upprisin sæddur,
livir enn hjá okkum staddur.


4. Moldar eygum er hann fjaldur,
trúgvin eyga við hann ber,
og hann hvørvur ei um aldur,
tá hans orð at hjarta fer,
lýsir upp, har ljósið doyði,
plantar paradís í oyði.


5. Sælir eru tit, ið varða
her á fold Guðs onkason,
tit, ið náðiorðið læra
eyðmjúk undir kirkjulon;
hvørjum, sum á Harran lítur,
aldri ævigt lív hann sýtir.


 

Aftur