Kvøldið breiðir sínar veingir - 624

624
Kvøldið breiðir sínar veingir
víða yvir Kedrons á
stormur kvøður sorgarsangir
har um fjall og skógv og gjá.
Út um ánna stígur kongur,
deyður er nú mannasongur,
hosianna er nú gloymt.


2. Og nú hómar sólareygað
menn at klæða fyri spott
hann í kongakápu reyða,
tornakrúnu, rópa hátt:
“Krossfest henda! hin lat fara,
fyri blóði hans vit svara!”*
Og hann bivar, sveittar blóð.


3. Fyri gløggum eyga standa
krossardeyði, nátt og grøv,
Harrans lið í neyð og vanda,
náttarvakt á enninøv –
til sín faðir hann sær vendir,
rættir upp tær reinu hendur:
“Faðir, kanst tú eira mær!”


4. Meðan meistarin hin góði
bað við angist seint á nátt,
allir lærusveinar svóvu
uttan fyri deyðagátt;
einsamallur bar hann vanda,
óttaðist í sál og anda
einans í Getsemane.


5. Bønin hoyrdist; einglaskarin
veitti honum sálarbót;
síðsta freistingin var farin,
steypið tømdi hann við mót,
bardagin var liðin, vunnin,
deyðaóttin burtur svunnin:
“Faðir, verði vilji tín!”**


*Matt. 27,21-25 ** Matt. 26,40-42


 

Aftur