Sólin rísur, roðin litar - 625
625
Sólin rísur, roðin litar
fjallalíð, og hjartað hitar,
sum í kulda ringdi seg.
Víki burtur syndadreymar,
flóti inn tit gleðistreymar,
Harrin sendir á mín veg.
2. Fylgjast báðar sorgin, gleðin,
eingin kennir tíman, vegin,
hvør og ein má knossa sítt.
fekk eg bjálka tungan sendan,
Harrin bar tó tyngra endan.
Varnaðist tað hjarta mítt.
3. Einki kann eg lata aftur,
takki bara hjartans lættur
fyri ljós, har myrkrið lá.
Um tú tørv og trongd mær linnar,
signar tann, mítt hjarta ynnar,
hvat kann meir eg tráa tá?
4. Tíðin máar ungdóms styrki.
Valdið stórt og vísdóms yrki
sama veg sum blóman fer.
Men tí fyri synd tín deyði
skuldagoymslu oydna legði,
ævinleikin fyri er.