Á kvøldi varð dukað á helvitis grind - 628

628
Á kvøldi varð dukað á helvitis grind,
tað dunar sum toran á foldum,
boðberin var mikil, hans ørindi stórt,
tí lýddi alt á undir moldum.


2. Eg beri av himni í helheim tey boð:
av fold stígur oman ein kappi,
hann treður í degning hitt ógongda djúp,
at venda í helheimi happi.


3. Hann hirðir ei logar, ei gløðandi eim,
hann treður á helvitis hundar,
og vavið hann leggur um meinvitis úlv,
og høggormin rindar til grundar.


4. Hvør fangi tá legðist á alboga fram,
tí kundu ei djevlarnir forða,
sum stormur tað skakar í heldyrku nátt,
tá óðir teir tóku at gora.


5. Tað var ikki áður í heldheimi hent,
at boð yvir dýpið varð borið,
tí lýddu nú fangar í slotandi trá,
og ansa ei elddreka gori.


6. Og triðja dags morgun, tá helhanin gól,
og hamferðir heim aftur sveima,
tá lýsti í helheimi himnaríkis sól,
ei áður sást makin í dreymi.


7. Sum nyðruskýggj hvít yvir stjørnuklárt loft
gekk einglalið yvir tí balda,
ið brátt sum ein sól yvir heldýpið steig
við gullreyðum skýggjum til skjalda.


8. Í helheimi lýsti Guðs ljómi og dýrd,
glámlýstur var djevulsins skortur,
og múrarnir rapa við buldur og gný,
av hongslum fleyg helvitis portur.


9. Nú reistist av legu hvør fangi á fót
og loystist úr rubbandi álum:
“Vælkomin, vælsignaður, bjargari vár!”
tað ljóðar frá ótaldum sálum.


10. Nú “Ádam, hvar ert tú,” blítt hoyrdis ein rødd,
sum lerkurin hásummarsmorgun;
tá kveiktist í helheimi ævinleiks vón,
og helsótt neyt menniskjusorgin.


11. Tá Eva hon mælti, til frelsaran gekk
og segði: “Mín sonur og drottur!
Eg eina tað voldi, eg tøla meg læt,
men ódyggur royndist mín máttur.


12. Tann ormur, sum snerktist í logunum nú,
seg ringdi um vit-træsins greinar,
við gullgliturs tungu hann skeyt mær í hug:
vit verðini ráða aleina!


13. Tit himninum ráða, tit ráða á jørð,
so læt hann av tunguni renna;
men okkum varð tølingin meinvitis rás,
og annað vit fingu at kenna.


14. Men ert tú, til bjarging, hitt játtaða sáð,
lívgitin og borin av kvinnu,
tá vónleyst tær fellur ei móðir til fót,
tú gloymir ei hana her inni.”


15. Úr sóleygum mildum tá drupu tvey tár,
og undursamt var tað at skoða,
við fagrastu litum, sum krúnu at sjá,
tey løgdu um Evu ein boga.


16. So kysti Guðs dýrd sína móður á kinn,
tey deyðu tað undrandi sóu,
og Eva hin væna, í ljómandi dýrd,
reis upp úr tí iðrandi móði.


17. Tá dýpshæddir ótaldar sukku enn meir
teir djevlar, tá Evu teir mistu,
teir tordu ei ýla, men bitu á kamp´
og skulvu, so verøldin risti.


18. Úr helheimi steig nú tann drottur við dýrd.
og øll tey, sum við honum fóru,
sum sólin á skýggjum á skildri hann sat,
profetarnir allir hann bóru.


19. Og nú gjørdist frøi, har grátur var fyrr,
bert deyðin í heljum má vappa.
Kerúbin læt upp tær innsiglaðu dyr
og fagnar tí sigrandi kappa.


20. Á triðja dags morgni í dýrd síni reis,
vár drottur, sakleysur krossfestur,
tí er nú á jørð tað ein sálarsøk dýr:
Guðs sonur í heljum var gestur.


 

Aftur