Tak tann svarta kross av leiði! - 629

629
Tak tann svarta kross av leiði!
Har hann stóð nú lilju set!
Ganga vit um deyðans heiði,
blómur spíra við hvørt fet.
Einglaljóð við grøv ber av
fyri brotnan ferðastav.
Ljóða skal nú frøisongur,
suffini ei hoyrast longur.


2. Sól var svørt á deyðadegi
hans, sum gav sítt dýra blóð.
Skein úr grøv, og myrkrið megi
misti, tá ið hann upp stóð.
Lovsongur at himni ber,
nú ið páskamorgun er.
Jesus risin upp so fagur.
Ævigt livir guddómsmaður.


3. Sí Maria Magdalena,
niðurboygd av sorg hon fer
illa man um grøv seg vena.
Spyr hon, hvar nú Harrin er.
Sí, av hjartans táraflóð
morgunsólin blítt upp stóð.
Í tí grøv, har hann fann hvílu,
fann hon milda einglasmílið.


4. Halgimanna gravir farið!
Harrans rødd í lýsing skal
ljóða yvir deyðans garði,
skapa ljós um skuggadal!
Harrin kallar, men ei nú
rópar: “Ádam! Hvar ert tú?”
Væl tá ljóðar, einglar tiga.
“Her er frelsarin, Maria.”


5. Ja, hann er her, guddómsmaður!
Sprongd nú eru deyðans bond!
Risin er hann upp so fagur,
orð hans eru lív og ond.
Runnið upp eitt vár nú er
fyri okkum her í verð.
Og sum ljóða páskasangir,
sálin fær sær fuglaveingir.


 

Aftur