Aftur páskasólin roðar - 630

630
Aftur páskasólin roðar,
kínir kaldan, fyrstan svørð,
eftir deyða lív hon boðar.
Lív, sum allar ævir grør;
ikki hesum heimi í,
men á himni, handan ský,
har skal lívið, deyðin rændi,
spretta fram í lívsins landi.


2. Beinið burtur sorgsvørt klæði,
køvið hvørt eitt sorgarljóð!
Kvøðið lívsins ljósu kvæði
út um lond og yvir sjó!
Pákasólin boð oss ber:
Frelsisverkið fullgjørt er!
Frøist øll í smáttum, borgum,
Kristus reis av grøv í morgun.


3. Tøkk tær veri, Kristus kongur,
fyri størsta sigur tín!
Tær við lið nú leiðin gongur
heim í landið handan sýn.
Út um rúm og alla tíð,
grøvin, tú vart lagdur í,
stendur tóm sum minnisvarði
um tín sigur, Harri kæri.


 

Aftur