Teir bygdu sær hús fyri Harrans orð - 642

642
Teir bygdu sær hús fyri Harrans orð,
tá menn reistu búgv millum fjalla,
har rennur ein kelda, har reiðist eitt borð,
har klokkurnar kima og kalla.


2. Har kappar, sum brandar ei boygdu í knæ,
og málmarar flyktust í forðum
og lærdu at blíðka sýtt lyndi lag
av messu og heilgum oðrum.


3. Tá klokkurnar kallaðu fólk á gátt,
í fedranna barmi tað brendi,
á sonum tey tár fingu miklan mátt,
sum har inni móðirin rendi.


4. Tó hagar tey hava seg sorgtung snúð,
fanst bót tó í frelsarans favni,
har fingu tey frið, so tey blunda nú
so blíðan í Jesusar navni.


5. Har komu vit børn á Guðs føður fund,
og orðið, sum aldrig man gretta,
har niður varð sáað í barnalund,
har frækornið helst fer at spretta.


6. Og har finnur fræið sítt vakstrarlag,
so heim tað berst staði til hallar
og har vil eg leggjast á leiðið tann dag,
tá hvíldarklokkan meg kallar.


7. So gevið tit ljóð fyri Harrans orð,
og lýðið tit á millum fjalla,
og leskist við Harrans keldu og borð,
tá klokkurnar kima og kalla.


 

Aftur