Kirkjuklokka! Millum dýrar málmar - 644

644
Kirkjuklokka! Millum dýrar málmar
næst at mínum hjarta stendur tú.
Vaknaðu við tær teir høgtíðssálmar,
mær í barmi geva afturljóð.


2. Kirkjuklokka! Ei til stórar býir
vart tú stoypt, men til ta lítlu bygd,
har, sum barnagrátur hoyrist víða
og við vøgguljóði tagnar blítt.


3. Kirkjuklokka! Tína rødd eg kendi,
meir enn streingjaleikur fyri meg.
Tá um tún tú tónar tínar sendi,
kíndu eymt mítt oyra og mín barm.


4. Fyri mær á barnaárum góðu
jólamorgun himmiríki var.
Tú sum einglarøddir mundi ljóða,
kimaði ta stóru gleði inn.


5. Hægri tínir tónar mundu ljóða,
tá á morgni sólin stóð í ský.
Kimaði: Tær Frelsarin man bjóða,
páskamorgun roðar. Rís nú upp!


6. Lægri breiða seg tó tínir veingir,
søkka eins og sól í havið djúpt.
Kvøldarklokkan hoyrist yvir eingir,
og eg telji tíni biðisløg.


7. Yndisliga ljómar helst á heysti
í tí stillu, svalu kvøldartíð.
Yvir heimin ljóðar himnareystin,
sálina til hvílu kalla man.


8. Grána vangin man, og tyngist sporið,
veit ei sjálvur, hvagar leiðin ber.
Tó mót heimi hugur verður borin,
har eg veit, er ævigt ljóst og gott.


9. Tá tí nú mær kvøldarklokkan sigur:
“Sól er sett, og fuglur hvílir seg.”
Eg til jarðar boyggi meg so niður,
lágmælt láti millum biðisløg:


10. “Kirkjuklokka! Tá til síðst tú ljóðar,
hóast dust mítt teg tá hoyrir ei,
mínum kæru ber tá heilsan góða:
Hann er farin, eins og sól er sett.”


 

Aftur