Tit hús tykkum byggið á orðsins klettagrund - 657

657
Tit hús tykkum byggið á orðsins klettagrund,
tá vikast ei veggur í lívsins ódnarstund,
er heimið í lívd av krossins skjøldri bygt,
tá búgvið sum bergið er grundfest og trygt.
Fær krossurin hald,
missir myrkrið sítt vald.


2. Hvør ítrótt skal signast við bønar skírnarbað,
ið lættir hvønn longsil og vónum veingjaslag,
um sóldagur reis, fell kvøldarhvíld í lut,
send bønar hvítu dúgvu við boð upp til Guð.
Har bønin fær makt,
standa einglarnir vakt.


3. Til hans, sum í brúdleyp í Kána boðin var,
sum tíðirnar líða, tit haldið tykkum nær!
Vælsignað hvør búð, sum Jesus kallar sín’;
har Harrin vil dvølja, kann vatn gerast vín.
Og friður er vakt
yvir hjartanna pakt.


4. Guð ferð tykkar signi, til sól til viðar fer,
tað lýsir um leiðir, at kærleiks Guð hann er.
Hann leið’ tykkum fram til borg á lívsins strond,
har alt er ævig sæla undir alfaðirs hond.
Í kærleika sterk
hevur fullgjørt hvørt verk.


 

Aftur