Vórðu tit til mann og kvinnu - 658

658
Vórðu tit til mann og kvinnu
skapað av Guðs faðirs hond,
fingu song og sól í sinni,
birti tað hin sama ond.
Bæði tóku tit nú av
stóru gávu, sum Guð gav.


2. Eftir sínum vísa ráði
gav hann øllum hvørt sítt sinn.
Hesin munur er ein náði,
líknast kann við logn og vind.
Saman hevur tykkum leitt
Guð, sum skapar tvey til eitt.


3. Hvør skal sína byrði bera
– lættið um hvørt annað so –
Tykist hon ov tung at vera,
lýðið tá Guðs faðirs boð:
Hann, sum onga byrði bar,
ikki sanna gleði fær.


4. Hann í síni mynd oss skapti,
sjálvur kom í hold og blóð,
tekur móti tí, ið tapti,
veitir øllum ráð fullgóð.
Rekur ongan burt frá sær,
í hans hond hvør styrki fær.


5. Guð, sum nú í himni trónar,
leiðir hjørtuni til trúgv,
kann ímillum milliónir
finna tvey og byggja brúgv.
Tvey, sum ganga fyri seg,
kann hann leiða sama veg.


6. Lovið honum, maður, kvinna.
Undursamt Guð hevur heitt:
Kærleikin skal saman binda
tykkum til at vera eitt.
Kærleikin ber lyftið sælt:
Trýr og ber og vónar alt.


 

Aftur