Tín friður skal ei víkja - 661

661
Tín friður skal ei víkja,
tínn miskunn heldur á,
og tá ið stormar herja,
hjá tær er lívd at fá.
Í einsemi og vøku,
ta stund, tá sorgin slær,
tá sært tú okkum, Harri,
tá ert tú okkum nær.


2. Og tá ið aftur blikar,
ver tú ið vára lið,
tá vit tey kæru minnast,
sum hava funnið frið.
Og signingin frá teimum,
hon fylgi oss á leið.
Tað góða, tey fram bóru,
lat lýsa æviskeið.


3. Úr tíðini vit fara,
og brátt vit eru gloymd,
men, Gud, í tínum minni
vit eru ævigt goymd.
Tað lív, sum burtur fjarar,
tað skapti væl tín hond.
Í tínar hendur, faðir,
vit geva lív og ond.


 

Aftur