Lítla barn, ei okkum vardi - 662

662
Lítla barn, ei okkum vardi,
ei tú skuldi steðga her,
rýma burt við fyrstu komu,
hagar ljós og góðska er.


2. Ikki er tað lætt at skilja,
hvat hann vil við okkum her,
best sum gávu okkum gevur,
hana aftur við sær ber.


3. Hvíl í friði, lítli vinur,
tíðin her var stutt, men dýr,
einglar skulu heim teg bera,
har sum Jesupápi býr.


 

Aftur