So troystarleyst tað er í eygum várum
664
So troystarleyst tað er í eygum várum,
tá vársins blíma følnar burt og doyr.
Vit hvøkka við, tá fólk í ungum árum
brátt lata lív og til ei eru meir.
2. Vit tómhent sita syrgjandi og spurin,
vit fata ei og fáa einki svar,
tá neyð og sorg seg troka inn um durin
í hugnaliga barnaheim, ið var.
3. Tá lívsins stormar leika í og skaka
og hótta gleði, frið og vára trúgv,
vit spyrja, hví nú hetta skuldi raka,
og svára sorg hjá okkum festi búgv.
4. Fell ei í fátt, tú sorgartyngda hjarta!
Tað er tó ein, sum aldri svíkur teg,
hin sami, sum kann sjógv og stormar harta,
-hjá syrgjandi hann sjálvur setur seg.
5. Tann Jesus, sum á deyða sigrað hevur,
hann sjálvur uppreisnin og lívið er,
hann sigur: “Barnið ei er deytt, tað svevur!”
hann sorgarbundnum hesa heilsan ber.
6. Tað okkum tí so vónríkt er at vita,
at lívsins Harri goymir barnið sítt.
Guð styrki tey, ið syrgin eftir sita
í vón og trúgv, at Harrin alt ger nýtt.