Himnafaðir, eg teg biði - 665
665
Himnafaðir, eg teg biði,
eg hin útlagni, sum ligið
havi úti alla tíð,
slepp mær inn um tínar gáttir,
deyðakaldur eg og nátt er,
ei eg beri boð í bý.
2. Hóast alt eg barn títt eri,
krossmarkið eg á mær beri,
tó at kámt tað er at sjá,
illa skurslað til og skavað;
men svá djúpt tað í var gravað,
at tað sæst enn, hvør meg á.
3. Lat, o Drottin kross tín lýsa
fyri mær og vegin vísa,
tann, sum liggur heim til tín;
vegir manna her á foldum
enda allir undir moldum,
ver tí tú nú vegur mín.
4. Ei man nakar, sum teg biður,
tómhentur, eins og tú sigur,
fara tínum durum frá;
himnaríki tú oss gevur,
har sum valdið alt tú hevur,
bæði jørð og himni á.