Tú, sum elskar okkum, sum vit eru - 667

667
Tú, sum elskar okkum, sum vit eru,
tú, sum gevur lív, gert okkum glað,
tú, sum skapar hvørja nýggja veru,
tú, sum lívgar blómu, ber og blað,
uttan teg lá heimurin í oyði,
uttan teg av kulda hjartað doyði.


2. Uttan teg man pengavaldið ráa
gera lívið bæði grátt og kalt,
ikki tíð til børn og gomul fáa,
sansa ei um fuglasong og alt.
Uttan teg fer gleðin sum á høkjum,
uttan teg er lívið alt í fløkjum.
3. Uttan teg vit svíkja øll hvørt annað,
uttan teg í kreppu sinnið fer.
Og vit missa skilið, mugu sanna,
móti ragnarøkum leiðin ber.
Óttafull vit tí til Jesus fara,
um aftur tín boðskap mugu læra:


4. “Ei tit kunnu tæna tveimum harrum,
mugu velja millum lív og deyð’;
eingin munur er á gulli, spjarrum;
hav í felag gleði, sorg og breyð.
Hjálpist væl, øll skapt í sama líki,
eingin munur er í mínum ríki.


5. Síggið alt við kærleiks mildu eygum,
skaparverki mugu ansa væl.
Ikki trúgva gyltu lygnardreygum,
her tann lítli stórur vera skal.
Ikki óttast fíggindar, ið hótta,
kærleiks lív er ævigt uttan ótta.”


6. Tú, sum leiðir okkum gjøgnum deyðan,
tá vit drekka hjartablóðið títt,
vís í myrkri okkum morgun reyðan,
gev sum hveitikornið dirvi frítt.
Tú, sum skapar hvørja nýggja veru,
ger tú okkum glað, júst sum vit eru.


 

Aftur