So mong aleina kenna seg - 668

668
So mong aleina kenna seg
í stovu síni inni,
nú einsemi tað tyngir veg
og nervar sál og sinni.
Ja, kanska fellur ein í fátt,
um fáur stígur inn um gátt
og steðgar har helst minni.


2. Tey næstu hava neyvan tíð,
men renna dag av degi.
Tey gomlu sita tonkum í
og minnast farna megi.
Nú tungligt er at flyta fót,
sjálvt minsta sporið ber ímót,
tí fjarar foldar gleði.


3. Krist Jesus smábørn setti hægst,
ei vildi teimum meina;
seg sjálvan her hann setti lægst
og vildi seg sameina
við síni minstu foldum á,
ið tørvar alla hjálp at fá
og kenna seg aleina.


4. Guð gevi tí, ið hvussu fer,
at eingin her má gloyma
hans minstu øll, ið liva her,
men tey í huga goyma
og dugna teimum náttt sum dag
við sonnum kristnum hjartalag
á stovnum ella heima.


5. Sjálvt skál av vatni megna man
at ugga og at svala.
Eitt blídligt bros frá næsta kann
í hjørtum gleði ala.
Hjálp okkum, Guð, í hvørji ger
at hjálpa har, ið neyðin er.
Tað boð títt er og tala!


 

Aftur