Tú vísti mær vegin til lívið - 671

671
Tú vísti mær vegin til lívið
við orðum, sum greiddu mær frá
um trúnna, um dýrmæta lyftið
til teirra, sum teg trúgva á.


2. Og orð títt og kærleikin liva,
tó stúra vit, ivast, men sig
hvar er øll tann umsorgan farin,
sum vit skuldu hjálpa tær við?


3. Á, hvussu kann kuldi og kvirra
tá valda, har menniskjað býr,
tá megi, ið slær sundur múrar,
er givin tí barni, sum trýr?


4. Í avmakt og ótta vit undrast,
at orðið fær so lítla makt,
tí – livandi vatn skuldi floyma
frá trúgvandi, hevur tú sagt.


5. Nú leita vit til tína náði,
vís tú, at vit ei hava mist
tað orðið, sum dagarnar broytir
og undrið: tú elskaði fyrst.


6. Og sorla tú sundur teir múrar,
vit laðaðu – alt fyri eitt.
Hjálp tú okkum at finna saman,
tú kærleikans leið hevur greitt.


 

Aftur