Eg veit ein veg - 672
672
Eg veit ein veg,
av heimi ikki kendur,
tann “lívsins veg”
ei gjørdu mannahendur.
Ein loyndarleið,
sum svíkur ei,
til lívsins land tann vegur gongur.
2. Hann ljósið er,
tá myrkur um oss sígur,
hann kósin er
um stríðan streym og íður:
Tey høgu fjøll,
øll heljartrøll
ei leiðini mær kunnu roða.
3. Júst smáum er
tann loynileiðin lagað,
og trygt hon ber
um høv og oydnan haga.
Á trúargrund
er hvør ein stund,
á náttartíma sum á degi.
4. Tann leið er søgd
at náa himins sølum,
men ofta løgd
hon er í skuggadølum.
Men alla tíð
tað lýsir í,
og sólin sær á Harrans vegi.
5. Við tornum sádd
við hvørt er henda gøta,
men teirra brodd
kann rósan aftur bøta.
Við Jesu rødd
mong sorg er grødd,
sum rósan bøtir tornastingir.
6. Tann leið á fold,
sum ber til lívs og sælu,
er vorðin hold
við Jesu lív og talu.
Hann sjálvur var
tann leið, ið bar
av himni og til himna aftur.
7. Tí andi hans
av náði skapti kirkju,
gav anda mans
ta trúarinnar styrki
at halda á
sum børn, ið tá
á veg til faðirhúsið eru.
8. Á hesi ferð
av Guði lærd vit verða,
tí neyðugt er,
at hann skal okkum bera
til lívins lond
við síni hond
og góða einglaskara sínum.