Ver sterk mín sál í royndarstund - 675
675
Ver sterk mín sál í royndarstund,
er byrðin tung at bera.
Halt á og líð í instu lund,
til menning alt skal verða.
Tín myrka vrá,
hon lýsnar tá
av glæmu úr Guðs framtíð.
2. Tú kom, o vón, í royndarstund,
sjálvt um eg keddur eri.
Eg misti nógv á heismins grund,
styrk Guð meg, hjá mær veri.
Tí Kristi verk
ger aftur sterk.
Eg hvíli í Guðs framtíð.
3. Halt á, tí eftir myrku nátt
tað ber mót ljósum strondum.
Tú óttast ikki háð og spott,
tú ert í góðum hondum.
Tú fríur ert,
at liva fert
í lyftum Guðs og framtíð.