Uttan teg var tøgnin tóm - 677

677
Uttan teg var tøgnin tóm,
ljósið uttan lit og ljóm.
Ælabogin gráur var,
um ei, faðir, tú vart har.
Uttan teg var dagur nátt.
sólin átti ongan mátt.
Uttan teg var glóðin køld,
uttan teg var morgun kvøld.


2. Tá mín brekka gerst ov brøtt,
tá mær tokan gerst ov tøtt,
Gjøgnum dimmið hjá mær ver,
tá á fold mær tyngist ferð.
Hvirlur bresta á mín rút.
tigandi eg hyggi út.
Mann í storminum tá eg
aftur, Harri, hóma teg?


3. Verjugarður mín ver tú,
vakta, Harri, mína búð!
Faðir ver tú styrki mín,
leið meg loksins heim til tín.
Tá mítt berg mær gerst ov høgt,
tá hvørt vitaljós er sløkt,
Faðir, fylg mær tá á leið,
tú, sum eina troyttast ei!


 

Aftur