Morgunglæman bjarta gyllir havsbrúgv í - 679
679
Morgunglæman bjarta gyllir havsbrúgv í,
náttarmyrkrið svarta hvílir enn í líð;
men sum stundir dragna, kámast skuggar brátt,
og øll kykt tey fagna degi eftir nátt.
2. Fróur fer til verka hvør í sínum lag,
sólareygað sterka føðir nýggjan dag.
Verndareingil vardi væl við vára vrá,
Guð oss sjálvur lærdi: Trygg vit eru tá.
3. Fyri ríkar gávur, heilsu, hús og heim,
høgur eins og lágur takkar, fagnar teim.
Fyri slekt og vinir, okkum eru kær,
fyri døtur, synir takk vit siga tær.
4. Takkarbøn lat ljóða hvørjum munni av
upp til Guð hin góða, sum oss hvílu gav.
Vísið vit í verkum, takksom, nøgd og glað,
at í hondum sterkum eru vit hvønn dag.