Eingilin við ljósi fer - 680

680
Eingilin við ljósi fer
út um himnagrindir,
undan glæmuni, hann ber,
flýggja náttarinnar skuggamyndir.


2. Sólin sum Guðs eyga so
sær um heimin víða,
sí! Guðs egna sendiboð
sæst á gyltu skýggjunum at ríða.


3. Eingilin um alla verð
glæmu Guðs vil breiða,
kápan, sum av gulli er,
fevnir alt, á foldum lív man eiga.


4. Sól sær inn í høgu høll
inn í smáttu hyggur,
vitjar stór og smá og øll,
kyssir barnið, sum í vøggu liggur.


5. Okkum eingil fevna vil,
er av himni sendur,
okkum við hann smílist til,
og í eygum himnaglæman stendur.


6. Øll vit eru Guði kær,
ongan frá sær koyrir,
er í sólarglæmu nær,
og tann fróa morgunsongin hoyrir.


 

Aftur