Ver hjá, tá ið skýming fellur - 687

687
Ver hjá, tá ið skýming fellur,
tú kæri faðir og Guð,
ver hjá, tá ið myrkrið vellir
úr náttarslúsum út.


2. Breið út yvir dal og heygar
títt stjørnuvirkaða lín.
Tá leggja vit saman eygu
og geva okkum til tín.


3. Ver hjá, at í okkara dreymar
vit fáa einglanna frið,
tín andi av himni streymar
og breiðist um okkum við.


4. Tú kongur í lívsins ríki,
tak í tín favn øll smá.
Til himna í einglalíki
hvør barnasál gongur tá.


5. Ver hjá, tá ið skýming fellur,
tú kæri faðir og Guð,
og paradísljósið vellir
úr náttarslúsum út.


 

Aftur