Upp mánin gyltur rísur - 688

688  
Upp mánin gyltur rísur,
ein stjørnusól seg vísir
á himni bjørt og blíð,
og fjall í durvi sansar
at kvøldatokan dansar
á mýri leikandi og fríð.


2. Í kvirru foldin hvílist,
handa tám hon smílist
á fjálgu summarnátt
rætt sum á kamarsbeði,
har allur dagsins tregi
er fjaraður um dreymagátt.


3. Sí henda mánaboga,
bert hálvur er at skoða,
tá allur rundur er.
So man við mongum vera,
ið hjartað tungt kann gera,
tí um tað hálvt bert eygað fer.


4. Vit erpnu Ádams ættir,
sum dust vit eru lættir,
og mangt vit skilja ei;
vit eftir skuggum káva
og hava miklan háva,
men villast longri burt av leið.


5. Mun millum satt og eiti
eg á teg, faðir, heiti,
lær meg at síggja tað.
Ta tíð eg lív man eiga,
skalt tú sum barn meg leiða,
gev mær eitt eyðmjúkt sinnalag.


6. Kalt lotar millum heyga,
nú blunda vil mítt eyga,
veit mær tín ríka frið.
Loys tað, ið vil meg hótta,
hjálp mær úr øllum ótta,
hjálp mínum sjúka granna við.


 

Aftur