Tann dagur, tú gavst, móti kvøldi man renna - 689
689
Tann dagur, tú gavst, móti kvøldi man renna,
og myrkrið kemur, tú valdar tí,
í ljosinum vald títt vit fignu at kenna,
Guð gevi, at nátt verður friðsom og blíð.
2. Takk fyri, at kirkja tín ongantíð svevur,
um jørðin melur við ferð avstað,
við songi títt fólk her tær heiður sín gevur
og sigur tær tøkk fyri nátt eins og dag.
3. Um lond, yvir høv og um sund millum oyggja
hvørt kvøld í vestri fer sól í kav,
og menniskju firðsom við æru seg boyggja
og takka tær fyri tær gávur, tú gav.
4. Tann sól, sum á kvøldi til hvíldar oss vísir,
hon øðrum boðar til dagsins gerð,
í øldir á degi hon vermir og lýsir,
til hvønn ein á fold, hvar enn staddur hann er.
5. Tær lov veri Guð! Takk, at við tínum veldi
tú stýrir øllum um alla verð,
við syninum, Jesusi, deyðan tú feldi,
hvør tunga skal sanna, at tú størstur er.