Tann blómutíðin fríða - 696
696
Tann blómutíðin fríða
og fagra er á ferð,
og summarið, tað blíða,
sum gras og grøði ber.
Brátt sól í líðum spælir
og fløvar hvønn ein fløtt,
so alt tað deyða nælir
og verður endurføtt.
2. Teir føgru blómuteigar
og gróðrarríka fræ,
teir grasagóðu heiðar,
hvørt knubbabrostið træ,
alt letur okkum minnast,
at Gud so ríkan læt,
so náðin okkum innast,
sum røkkur ári at.
3. Vit hoyra fuglar runga
so mangahanda ljóð,
skal ikki tá vár tunga
lovprísa Guði fró?
Mín sál, set hátt Guds heiður,
sker í eitt fragdarljóð
til hann, sum føðslu reiðir
og ger oss fræls og fró.
4. Tú Jesus, dýri drottur,
vár gleðisól á kinn,
væl verji oss tín máttur,
verm tú várt stirda sinn,
kynd kærleikseld í hjartað,
kveik lív í sál og ond,
køv sorg og myrkrið svarta
við tíni mildu hond.
5. Tú Sarons blóma fríðast,
tú lilja í Guðs dal,*
unn míni sál at prýðast
við alra dygda tal.
Av Sion má hon vætast
við náðardøgg, at hon
kann sum tær rósur matast,
ið prýða Libanon.
6. Vælsigna ársins grøði,
lat grønkast líð og lund,
gev fólki fong og føði,
vælsigna fjørð og sund.
Lat døgg av himni fella,
send sólarmagn í fræ,
lat lívsins orð út hella
oss náði ár og dag.
*Kristus, sí Hás 2,1