Nú anga grøs og blomstur milt - 697
697
Nú anga grøs og blomstur milt
í veitum og á bøi.
Og lotið kínir landið stilt,
alt andar lætt av frøi.
Guðs sól fer inn
í kropp og sinn
og boðar, at tú nemur,
nú aftur summar kemur.
2. Hoyr fuglasong um bø og ong,
so ymisk ljóð hann hevur.
Hann syngur hátt sín glaða song
til hann, sum lívið gevur.
Hvørt kykt á fold,
sum lá í mold,
hvør urt, sum fram nú kemur,
av nýggjum lívið nemur.
3. Sí blomsturskrýddu teigarnar
í mongum litum vøkrum.
Ei Sálomon teim líkur var,
hans dýrd ei vann á nøkrum.
Tað vakra alt,
tú hevur valt,
hvør fuglur og hvør lilja,
var, Guð, í tínum vilja.
4. Tú gevur øllum lív á jørð
av tíni stóru náði,
men bjartast lýsir tó títt orð,
tað eg sum gávu fái.
Alt doyggja má,
hvørt hold og strá.
Um følnað alt er vorðið,
tó blómar ævigt orðið.