Nú árið tað líður - 699

699
Nú árið tað líður,
skjótt sigur “farvæl”;
so ganga enn tíðir,
so vera tað skal.
Hoyr suðið á tindi
av hastandi vindi,
teir fúka avstað.
Tað er eins eg hoyrdi, náttúran
nú gravsongin kvað.


2. Eg stund her skal dvølja,
hon fýkur so løtt,
sum avrykta sólja,
hon følnar so skjótt.
Hygg vangarnir grána,
og javnarnir fána,
og grøv eftir grøv
skal gravast at goyma tað likam,
sum skjótt bert er støv.


3. Hygg, dagarnir flýggja
og vikur og ár;
eins og eg kann síggja,
at tað var í gjár,
at várið við blómum
og fjósunum támum
á land setti fót;
men nú er bert vetranna kuldi
og kavi um grót.


4. Lat dagarnar fara
og árini við,
bert vit mega læra
at hýsa Guðs frið’.
Eg bendi meg niður,
mín Guð, so tín friður
kann hvíla í mær;
í løtum – í árum og ævi
tú halt meg at tær.


 

Aftur