Nú árið tók at halla - 700

700
Nú árið tók at halla,
og dagur styttist her.
Á Guð vit vilja kalla,
ið alt tað góða ger,
vár vernd og verja ver,
nú árið brátt man fara,
og lat tú okkum læra:
Tín vilji bestur er.


2. Vit mundu mangan ganga
tann ónda, breiða veg;
tann gøtan er tann ranga,
tá vit avnokta teg.
Nú árið fer um nes,
halt okkum fast við orðið,
sum okkum hevur borið
um hav og sund og fles.


3. Tøkk fyri verju tína
í árinum, sum fer,
tøkk fyri lívsleið mína,
tú alt tað góða ger.
Lat broytast dag og ár
vit óttast ikki vanda,
men koma heim til landa,
har vetur verður vár.


 

Aftur