Gakk út, mín sál, lít upp og sí - 702
702
Gakk út, mín sál, lít upp og sí
í hesi føgru summar tíð
Guðs undursomu gávur.
Sí føgru blomstur, stór og smá
við alskyns vøkrum litum á,
so skrýddur er tó fáur.
2. Nú vaksa runnar eins og trø,
og grønt er nú um allan bø
í summarbúna latið.
Jú, vakrari er blóman prúð
enn Sálomon í sínum skrúð
í gyltum kongasæti.
3. Sí tjøldur tita reiðri hjá,
og lógvin burt úr síni vrá
so kvikliga sær skundar.
Og mýrisnípan, spógvin við
tey kenna á sær ongan frið,
og neyvan eygað blundar.
4. Og foldin summargrøn nú er,
hon minnir á, at einaferð
tú savnar ung og gomul
á hina nýggju jørð ein dag.
Tá verður sungið takkarlag,
og syngja við øll somul.
5. Á, hugsi eg, so mikið er
av dragandi í heimi her
hjá syndarum at finna.
Hvør mikið meir at frøast um
er dýrdin rík í himlinum,
tá vit á málið vinna.
6. Hvør mikið størri verður tá
at vera heima Guði hjá,
har hann um ævir ræður,
og hoyra glaðan einglasong,
sum ljómar út um gørnu ong,
har altíð verður dagur.
7. Vælsigna okkum, stór og smá
og leið tú okkum vegnum á,
so at vit mugu blóma
sum urtirnar, ið anga væl
og koma til tín heil og sæl
til Jesu Kristi sóma.
8. Tú urtina, o faðir, tá
í mildi tekur hiðan frá,
vil betur hana goyma,
gev mær tá lívd í tíni nánd,
veit føði mær úr tíni hond
í paradísi heima.