Vit binda ein krans, so grønur hann er - 732
732
Vit binda ein krans, so grønur hann er,
hann stovuna skal okkum prýða.
Við yndi og anga hann heilsan oss ber:
mót jólum nú fer at líða!
2. Vit tendra eitt ljós, so tendra vit tvey,
og skjótt fer tað triðja at skína.
Tá øll fýra lýsa, hvat lova so tey?
Nú tendrar Guð stjørnu sína.
3. Er sinni títt spent, er langtan tín stór,
so hevja ta rødd, sum tú eigur,
so gera vit saman við einglum eitt kór,
sum syngur til Jesu heiður.
4. Nú vetur tað er, og úti er kalt
og tyngjandi myrkursins megi,
Um kransin vit samlast og gloyma tað alt,
tí advent er vón og gleði.