Tína dýrd tú ofraði - 739

739
Tína dýrd tú ofraði,
tá tú komst av hæddini,
og av hondum,
ið tú skapti, vart tú særdur.
Tú lætst lív;
men upp tú stóð,
og meg reinsaði títt blóð;
nú tú høgt ert lyftur upp
og verður ærdur.
Eg tær lovi Guð og harri mín.
Hjarta mítt tú vanst.
Eg eri tín.
Ja, tín um ævir vil eg vera.
Tú mær lív við krossins deyða vann.
Setti meg í frælsi,
frið eg fann.
Eg av hjarta ynski
stórt títt navn at gera.


 

Aftur