Í bø eg gangi

Í bø eg gangi, tá blómur spretta,
og gleðist yvir, at skjótt er vár –
tá kemur til mín ein lítil genta,
ein søtur ungi um fimm seks ár.


Hon sóljutyssi í hondum hevur,
tann fyrsta heilsan frá vársins tíð,
hon møtir mær sum ein vin, hon kennir,
so hjartansfegin hon smílist blíð.


Hon spyr meg barnsligt, um eg vil fá tær,
hon hevur hentað tær stutt herfrá,
og um eg vil, so bert fegin tak tær,
tvey eygu siga so stór og blá.


So stóra gávu ei nakar gav mær,
sum henda hondin við boð um vár,
eg pening gevi, so hon kann keypa
eitt silkiband til sítt gula hár.


Hon loypur frá mær við tøkk í sinni,
so kát hon dansar á vársins veg,
hon rennur frá mær og ánar ikki,
at tað var hon, sum var góð við meg.
 
 

Aftur