LP-myndilin

Skúlin í Eysturkommunu arbeiðir eftir LP-myndlinum. LP stendur fyri læriumhvørvi og pedagogisk greining. Málið við LP-myndlinum er at skapa eitt gott læriumhvørvi, so allir næmingar fáa so góðar treytir fyri sosialari og fakligari menning sum gjørligt.

Kanningar í Noreg hava víst, at úrslitini í móðurmáli, støddfrøði, enskum og náttúrulærugreinum eru økt 0,4 stig hjá næmingum, sum ganga á skúlum, har LP-myndilin verður nýttur. Samstundis eru sosialu førleikarnir hjá næmingunum betraðir, tað er minni ófriður í flokkinum, har eru færri samanbrestir millum næmingarnar og happingin er minkað munandi.

LP er onki hokus-pokus, men ávísar gerðir, sum lærarar avgera at gjøgnumføra og eftirmeta fyri at loysa avbjóðingar í skúlanum. Lærarnarnir lyfta í felag fyri at fáa eitt betri læriumhvøri, og teir samskipa ta námsfrøðiligu vitanina, sum teir longu hava.

LP-myndilin byggir á skipanarástøði fyri at skilja, hvussu samspælið hjá næmingunum er í skúlaumhvørvinum, og við at broyta skúlaumhvørvið, læra og mennast næmingarnir betur. LP-myndilin er býttur í tveir partar: greining og tiltøk. Partarnir skulu ikki blandast saman, og tí má myndilin fylgjast nágreiniliga fyri at fáa besta úrslitið.

Sagt um LP:

”Det helt centrale element i LP- modellen er, at den løbende interne evaluering er sat i system på en afgrænset og effektiv måde.” Professari Niels Egelund.

”LP-modellen kommer som et godt bud på at skabe en inkluderende skole. Lærere, pædagoger og PPR sætter i fællesskab fokus på, hvor der er hindringer for læring og deltagelse i det læringsmiljø, hvor barnet indgår. Samtidig er modellen et godt svar på at skabe helhed og sammenhæng i indsatsen overfor børn i vanskeligheder. Implementeringen af modellen vil desuden medvirke til et pædagogisk- og didaktisk kompetanceløft for de berørte skoler og PPR kontorer.” Jesper R. Hansen, leiðari á Sernámi (PPR) í Billund kommunu.

”LP-modellen tager udgangspunkt i, at skolen er en dynamisk organisation, hvor det handler om at forstå relationernes samspil i en pædagogisk proces. Elevernes læring er omdrejningspunktet. Den udvikles kun, hvis den voksne er i stand til at reflektere over egen praksis gennem forudgående analyse som forudsætning for iværksættelse af nye læringsmiljøer. Pædagogisk praksis – herunder rummeligheden i læringsmiljøet, udvikles kun gennem refleksion, analyse og handling.” Kim Brøbech, skúlastjóri, Vestre skole, Silkeborg.

 

Vikuætlan

0.a 0.á 1a 2a 3 4a 5a 6a 7a