Føroyskt tilfar til børn
Tala til tekst
Nú ber til at gera taluna um til tekst á føroyskum. Tó dugir forritið t.d. ikki at seta punktum og komma.
Trýst á leinkjuna niðanfyri (tala til tekst).
Trýst á: "Record from browser" minst til at tosa týðiligt.
Vel síðani: "Compute," so verður talan gjørd um til tekst.
Føroyskar appir

Ljóðbøkur og hjálparamboð
Her liggja ljóðbøkur, forrit, leinkjur og onnur hjálparamboð til lesing, sum tit eru vælkomin at brúka.
Um tit hava spurningar ella viðmerkingar, kunnu tit venda tykkum til Anniku K. Joensen, orðblindalærara, á telefon 730061 ella við telduposti til annika.katrin.joensen@skulin.fo.
Vegleiðingar til forritini og loyniorð til at innrita við fáast eisini frá Anniku.
Krevur innritan
Forrit og vegleiðingar
Forrit og vegleiðingar
Forrit og vegleiðingar
Ljóðbøkur
Á www.ljodbokur.fo er eitt yvirlit yvir ljóðbøkur, sum kunnu lænast á flestu bókasøvnunum og fáast til keyps í bókahandlunum. Hesar bøkur kunnu lænast sum fløga.
Á undirvísingarportalinum Snar liggja fleiri lærubøkur sum ljóðbøkur. Trýst her fyri at síggja úrvalið.
Talgildar bøkur
Allar pappírs-bøkur, ið eru tøkar frá Námi, eru nú eisini tøkar sum talgildar bøkur.
Bøkurnar liggja á http://ibok.nam.fo.
Næmingar og lærarar rita inn við brúkaranum til Office 365.

NOTA: www.nota.dk
Nota er eitt ljóðbókasavn við ljóð og e- bókum á nógvum ymiskum málum, tó fyrst og fremst á donskum og enskum. Onkur føroysk ljóðbók er at finna har. Fyri at kunna nýta hesa síðuna, má mann vera limur í NOTA, og tað kann mann gera umvegis skúlan, um mann er eitt nú orðblindur ella blindur. Hetta er ókeypis.