Atferðarreglur fyri Skúlan í Eysturkommunu

Í Skúlanum í Eysturkommunu vilja vit skapa karmar fyri trivnaði og góðum læriumstøðum, sum gera, at trygt og gott er at vera í Skúlanum í Eysturkommunu.

Uppmøting

  • Vit møta rættstundis, úthvíld og vælfyrireikað í skúla.
  • Um næmingur ikki kemur í skúla, boða foreldur/verjar skúlanum frá saman morgun, sum næmingurin er burtur.
  • Við longri afturvendandi fráveru kann læknaváttan verða kravd.

Fríkorter

  • Næmingarnir skulu vera á skúlans øki í skúlatíðini.
  • Næmingarnir eru úti í fríkorterinum, um veðrið er tilvildar.
  • Alt spæl, bæði úti og inni, eigur at vera so, at tað ikki er nøkrum til ampa.
  • Lærarar hava umsjón við næmingunum í skúlatíðini. 

Til og frá skúla

  • Næmingarnir eiga at vísa ansni í ferðsluni og at brúka endurskin. Næmingar, yngri enn 10 ár, eiga ikki at  koma í skúla á súkklu.

Annað

  • Næmingarnir ganga ikki inni í útiskóm.
  • Næmingarnir skulu ikki hava lutir við sær í skúla, sum kunnu órógva undirvísingina, vera vandamiklir ella vera øðrum til ampa.
  • Fartelefon skal ikki nýtast í skúlanum.
  • Øll eiga at fara væl um og taka upp eftir sær.

Vikuætlan

0.a 0.á 1a 2a 3 4a 5a 6a 7a