Eg eri so spent til jóla
1. Eg eri so spent til jóla,
eg fái ein nýggjan kjóla
og jólagávurnar nógvar
og eisini nýggjar skógvar.
2. Tað er so leingi at bíða –
hygg nú fer mánin at líða.
Øll hava so nógv at gera –
eg veit ikki, hvar eg skal vera.
3. Eg greiði mær ein hestahala
og fari í býin at mala –
ein túr inn á kondittaríið
og siti so fitta har og bíði.
4. Tá inn kemur ein jólavættur.
Hon hevur ei hala – men flættur.
Hon teskar í oyrað á mær:
Kom við – so skal eg fylgja tær.
5. Eg kann ikki her siga tær
frá øllum, sum hon vísti mær.
Og sjálvt um tú ikki mær trýrt –
so veit eg nú hvar ið hon býr.
Ja – sjálvt um tú ikki mær trýrt –
so veit eg nú hvar ið hon býr.