Vinarliga tosa nágreiniliga við barn tykkara um niðanfyri standandi reglur.

 

Atferðarreglur í skúlabussinum

  • Børnini skulu seta seg í tøk setur, áðrenn bussurin koyrir, og verða sitandi á øllum túrinum
  • Um einki setur er tøkt, skulu børnini standa friðarliga og halda sær í
  • Tað er ikki loyvt at eta og/ella drekka í bussinum
  • Tað er ikki loyvt at rópa ella larma í bussinum
  • Tað er ikki loyvt at happa, arga, sláa, sparka ella á annan hátt at uppføra seg ósømiligt – heldur ikki um hetta verður gjørt í spølni
  • Tað er ikki loyvt at goyma sitipláss til ein annan
  • Tað er ikki loyvt at órógva bussføraran á túrinum

Vit ynskja, at børnini sýna góðan atburð í bussinum – at rúm er fyri øllum.

Tað er foreldranna ábyrgd, at barn teirra hevur ein góðan atburð bæði í bussinum og á busssteðgiplássinum.

Um trupulleikar/órættur stinga seg upp í bussinum, eigur viðkomandi næmingur at venda sær til bussføraran.

Um happing ella annar ósømiligur atburður verður sýndur í bussinum, kann avgerð takast um, at viðkomandi ikki fær loyvi til at koyra í bussinum.

Um nakað verður oyðilagt í bussinum, verður rokningin upp á umvælingina send til viðkomandi foreldur.

Brot á hesar reglur kann hava við sær:

  1. At tit beinanvegin verða kunnaði um hendingina
  2. At barn tykkara verður burturvíst úr bussinum í ávíst tíðarskeið
  3. At tit verða innkallaði til eina samrøðu, við tí endamáli, at finna útav, um barnið yvirhøvur kann koyra við bussinum

Ynskiligt er, at barn tykkara hevur fyrilit fyri hinum næmingunum – serliga teimum smærru – øll hava rætt til ein róligan/góðan túr til og úr skúla.

Vónandi vilja vit øll standa saman um at fáa hesa tænastu so góða, sum yvirhøvur tilber, og hava virðing hvør fyri øðrum :)

 Stóra takk fyri!

Vikuætlan

0a 0b 1a 1b 2a 2b 3a 3b 4a 4b 5a 5b 6a 6b 7a 7b