Eg gleðist so hvørt jólakvøld

1. Eg gleðist so hvørt jólakvøld,
tí Jesus føddist tá,
tá lýsti stjørnan sum ein sól,
lag sungu einglar tá.


2. Og lítla barn í Betlehem,
tað var ein kongur bold’,
sum kom av høgu himnaborg
á hesa neyðar fold.


3. Nú hann í himmiríki býr,
tí hann Guðs sonur er;
men altíð hoyrir hann hvønn tann,
í bøn til hansar fer.


4. Og móðir tendrar tá øll ljós,
tey skína í hvønn krók,
tí út um heimin, sigur hon,
at lýsa stjørnan tók.


5. Hon sigur, at hitt einglaljóð
tað ljóðar enn í dag
um frið og gleði her á jørð
og um Guðs hjartalag.


6. O, gævi eg kundi sungið so,
tá gleddist Jesu lund;
tí eg við varð Guðs kæra barn
á halgu skírnarstund.


7. Eg gleði meg hvørt jólakvøld
um Harran Jesus Krist.
At hann av sonnum elskar meg,
tað veit eg fult og vist.

Aftur