Eitt barn er føtt í Betlehem

1. Eitt barn er føtt í Betlehem,
Tí gleðir seg Jerusalem.
Halleluja, halleluja!


2. Ein fátæk kona mamma er,
hon lítið barn í fangi ber.
Halleluja, halleluja!


3. Í sveipi har tann Drottur lá,
Guðs eyga honum hvíldi á.
Halleluja, halleluja!


4. Tó høllin ei var stór og von,
hon goymdi himins kongason.
Halleluja, halleluja!


5. Av hjarta syngja vit nú glað.
Guðs dýrd vit síggja jóladag.
Halleluja, halleluja!


6. Við songinum vit byggja brú
frá jørðini at himnabú.
Halleluja, halleluja!


7. Vár Jesus! Nú og alla tíð
tær veri lov for jól so blíð.
Halleluja, halleluja!

Aftur