Nissumamma og nissupápi

1. Nissumamma og nissupápi,
nissugenta og drongur,
nissubøkur, nissuborð,
nissufólkakongur.


Tjúkka nissa, klæna nissa,
stutta nissa, langa nissa,
stjørnurnar, tær glampa,
allar nissur trampa.


2. Reyða húgvu, hosur gráar,
allar nissur eiga,
renna so um jólatræið
og hvønn annan leiða.


Troyggjan reyð og skjúrtið grátt,
á – sum nissan, hon er flott,
stjørnurnar, tær glampa,
allar nissur trampa.


3. Rísingreyt og ræstan fisk,
bomm og stóran pakka
nissubørn, tey ynskja sær,
og tey bara snakka.


Tjúkka nissa, klæna nissa,
stutta nissa, langa nissa,
stjørnurnar, tær glampa,
allar nissur trampa.

Aftur