Raskir Jólamenn
Lag: Jingle bell
Jólamenn, jólamenn, raskir jólamenn
ganga móti vindinum og bíta saman tenn.
Kavarok, kavarok, vindur, kavarok.
Skunda sær nú oman, áðrenn posin fer á fok.
Ein kaldan vetrardag, so fara teir avstað
við posanum á bakinum at gera børn so glað.
Teir leggja einki í, um vindur er og ódn,
men skunda sær við jólagávum til øll Føroya børn.
Jólamenn, jólamenn, raskir jólamenn
ganga móti vindinum og bíta saman tenn.
Kavarok, kavarok, vindur, kavarok.
Skunda sær nú oman, áðrenn posin fer á fok.
Tey eru øll so fitt, um onkur er banditt.
Tey bíða øll so glað og spent, nú er so jólaligt.
Teir kvika sær avstað nú oman millum fjøll,
so eingin fittur jólapakki verður jólatrøll.
Jólamenn, jólamenn, raskir jólamenn
ganga móti vindinum og bíta saman tenn.
Kavarok, kavarok, vindur, kavarok.
Skunda sær nú oman, áðrenn posin fer á fok.